Berlin, Týskland (Portalurin): Í gjár fór føroyski EM-hópurin til Berlin, har tríggir søguligur dystir eru á skránni næstu dagarnar. Nakrar tímar eftir fráferð kunngjørdi IK Sävehof, at Ísak Vedelsbøl skiftir til felagið í summar.
19-ára gamli føroyski strikuspælarin er í løtuni tann einasti, ið spælir í føroysku kappingini. Hann gleðir seg nú til fyrsta fetið uttanlands: Ísak veit, at tað eru góðir menningarmøguleikar í IK Sävehof, har hann sleppur at spæla saman við Óla Mittún.
Hann ætlar sær langt, men nú hugsavnar strikuspælarin seg um sítt fyrsta A-endaspæl, ið er nakað heilt annað enn endaspølini við U-landsliðnum: Vit trívast í "underdog-leiklutinum", staðfestir Ísak Vedelsbøl.
Sí samrøðuna ovast.
Sí eisini: Peter Bredsdorff-Larsen: Vit eru við fyri at skapa góð úrslit
Sí eisini: Myndir: Ein nýggjur veruleiki í Berlin
--
Spælari: Óli Mittún
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð")
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald