Fótbóltur

ÍSF: Fara nú at kanna tørvin hjá feløgum á fíggjarligum stuðli

Hetta er í samband við mistar inntøkur seinna helming av 2020 orsakað av koronustøðuni - feløg og sambond hava áðrenn 25. januar møguleika at fylla eitt kanningarskjal út.

Mynd: Ingi Samuelsen

Mynd: Ingi Samuelsen

2021-01-12 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronastøðan hevur gjørt, at fleiri ítróttarfeløg eru vorðin illa sperd fíggjarliga. Mistar inntøkur settu sín dám á 2020, og í november varð Covid-19 stuðul til ítróttin fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 12. mars – 30. juni býttur út millum 43 ítróttafeløg. Ítróttarsamband Føroya skrivar, at løgtingið setti fýra milliónir krónur av til covid-19 stuðul til ítróttin, og henda upphæddin rakk til at endurrinda ítróttafeløgunum 90 prosent av mistu inntøkunum í tíðarskeiðnum.

ÍSF fer nú at kanna tørvin á fíggjarligum stuðli í samband við mistar inntøkur ar tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkaði vegna almennu tilmælunum. Hesaferð er tað fyri tíðarskeiðið 1. juli – 31. desember 2020.

Á heimasíðuni hjá ÍSF verður upplýst, at freistin at senda inn upplýsingarnar eru sunnukvøldið 24. januar 2021 á midnátt. Har liggur eisini kanningarskjalið, sum feløg og sambond kunnu fylla út.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder