Annað

ÍSF heiðrar ítróttin: Freistin at innstilla er í morgin

Freistin at instilla til ársins ítróttanavn, ársins ítróttaátak og heiðursskjal Poul E. Petersens er leygardagin 12. januar.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-11 17:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 1. februar klokkan 16 verður skipað fyri samkomu í Smæruni í sambandi við, at Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁtak og heiðurskjal Poul E. Petersens verður avdúkað.

Umframt heiðurin fáa hesi 10.000 krónur í part.

Ársins ÍtróttaNAVN 2018 er stuðlað av Atlantic Airways, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 er stuðlað av Tórshavnar kommunu, og viðkomandi, sum fær heiðursskjal Poul E. Petersens verður stuðlað av Klaksvíkar kommunu.

Freistin at innstilla er í morgin, leygardagin 12. januar.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá ÍSF.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder