Annað

ÍSF mælir til at avlýsa alt ítróttavirksemi

Tilmælið er galdandi fyri bæði venjingar, dystir og kappingar.

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-12 11:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttasamband Føroya heitir nú á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd.

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

- Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

- Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder