Annað

ÍSF: Nú ber til at innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021 verður í februar, og fram til 1. januar ber til at innstilla ein persón, sum á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt føroyska ítróttinum.

Seinast var tað Johanna Troest, sum fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen fyri sítt arbeiði fyri Støkk (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Seinast var tað Johanna Troest, sum fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen fyri sítt arbeiði fyri Støkk (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-29 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 5. februar 2022 verður ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021, og nú ber til at innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum.

ÍSF skrivar á heimasíðuna, at øll kunnu innstilla til heiðursskjal Poul E. Petersen, og freistin at gera hetta er á midnátt 1. januar 2022.

Tá innstillingarnar eru komnar inn, verður tað ein nevnd við fimm persónum, sum tekur støðu til, hvør skal hava heiðurin.

– Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí letur ÍSF heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar; vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum. Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt, skrivar ÍSF.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder