– Mann eigur ongantíð at lata eina góða kreppu fara til spillis, verður sagt - og tað er í grundini tað, sum er bulurin í hesum átakinum. Tí undir koronakreppuni, sum legði ítróttarlívið um allan heimin lamið, varnaðust vit nøkur viðurskifti, sum vit kanska ikki í nóg stóran mun góvu okkum far um áðrenn, greiðir Elin H. Joensen frá.
- Koronakreppan rakti úrvalsíðkararnar hart. Alt, tey høvdu arbeitt fram ímóti, bleiv jú avlýst eftir einum degi. Men tað, sum vit kanska ikki høvdu væntað, var at síggja, hvussu hart tað eisini rakti tey, sum hoyra til breiddarítróttin, tá felagsskapurin varð tikin frá teimum. Tú kanst siga, at vit av álvara varnaðust týdningin av breiddini - og tann sterka felagsskapin, sum hoyrir til, sigur Elin H. Joensen.
Síðani korona hevur ÍSF lagt seg eftir at styrkja um breiddina, samstundis, sum íðkarar á hægsta stigi framvegis verða stuðlaðir. Tað er jú ikki neyðugt at velja annað - tað ber væl til at hava eina sterka elitu og samstundis hava eina góða, sunna breidd.
Føroyaleikir, har ymsu sambondini sjálvi kundu gera av, hvussu kappingarnar skuldu skipast, bóru brá av hesi hugsan. Skúlaleikir, sum júst eru farnir av bakkastokki, hava slagorðið "felagsskapur og rørslugleði fyri øll" og byggja á hetta sama. Og nú setir ÍSF øll segl til - og hevur sett eitt fólk burturav, til at styrkja breiddina enn meira.
- Talan er um Katrina á Neystabø, ið hevur verið virkin innan nógvar ymsar ítróttargreinar, tó at hon helst er best kend sum undangongukvinnan hjá Neistanum, har hon eisini hevur verið venjari í nógv ár. Hon samskipar longu "Skúlaleikir" fyri okkum, og vit eru sera fegin um, at hon nú hevur játtað at koma í fult starv hjá ÍSF fyri at arbeiða við breidd og samanhaldi í breiðari høpi burturav, sigur Elin H. Joensen.
Katrin á Neystabø byrjaði í starvinum 1. september, og er í fyrstu syftu sett í eitt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald