4.umfar í bólkaspælinum í HM-endaspælinum er í gongd. Tveir teir fyrstu dystirnir í dag eru leiktir.
Okkara grannatjóð fyri vestan var í eldinum í Munchen. Japan var mótstøðuliðið, og Ísland hevði tørv á einum sigri. Íslendingar høvdu munin so at siga allan vegin, men japanska liðið helt væl fast til heilt ímóti endanum. Í hálvleikinum var munurin bert eitt mál.
Íslanedingar gjørdu nøkur mistøk, ið japanar revsaðu, og sum var við at halda liðnum hjá Dagur Sigurðsson inni í dystinum. Íslendski venjarin hjá Japan hevur fyrr umboða Ísland sum leikari, og førdi í 2016 Týskland til heitið sum evropameistari.
Sigurin ger, at Ísland framvegis kann spæla seg víðari hóskvøldið. Hetta krevur tó, at Makedónia tapir fyri Spania í kvøld, og at Ísland síðani koppar makedónum.
Í bólki D vann Argentina lykladyst ímóti Angola. Suðuramerikanska liðið liggur nú best fyri at koma víðari sum nummar trý í bólkinum í Keypmannahavn.
Í bólki A og C varð 4. umfar leikt í gjár. Avgerandi dystirnir vera í morgin.
Les eisini: Jóhan og Danmark við comeback sigri
Bólkur A:
Frakland 7
Týskland 6
Russland 4
Brasila 4
Serbia 3
Korea 0
Bólkur B:
Kroatia 6
Spania 6
Ísland 4
Makedónia 4
Japan 0
Bahrain 0
Ísland -Japan 25-21 (13-12)
17.00: Bahrain - Kroatia
19.30: Makedónia - Spania
Bólkur C:
Danmark 8
Norra 8
Tunesia 4
Eysturríki 2
Kili 2
Saudi Arabia 0
Bólkur D:
Svøríki 6
Ungarn 5
Argentina 3
Qatar 2
Egyptaland 2
Angola 2
Angola - Argentina 26-33 (12-17)
17.00: Ungarn - Egyptaland
19.30: Qatar - Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald