Hondbóltur

Jóhan og Danmark við comeback-sigri

Danir komu sera illa frá byrjan ímóti Eysturríki men reistiuseg væl og vunnu greitt. Jóhan á Plógv Hansen kom væl inn frá bonkinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-15 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark leikti í kvøld sín fjórða dyst í bólkaspælinum. Í Herning var Eysturríki á skránni, og uppgávan gjørdist helst meira stríggin enn væntað var.

Liðið hjá Nikolaj Jacobsen kom sera illa út til dystin, og skoraði bert trý mál fyrstu tjúgu minuttirnar. Talan var serliga um nógvar tekniskar villur og brendar upplagdar málmøguleikar. Lasse Svan hevði tríggjar av hesum, og høgri vongurin varð hálaður út í 18. minutti. Inn fyri hann kom Jóhan á Plógv Hansen, og føroyingurin var við til at venda dystinum. 

Danir fóru yvir til at spæla sjey ímóti seks, og seinastu níggju minuttirnar fór Danmark frá 5-8 til 11-8. Verjan hevði staðið fínt, men fór nú at spæla ógvuliga væl, og aftur í dag stóð Niklas Landin fyri fleiri stórbjargingum í málinum. 

Eysturríki hekk í eina løtu, men eitt korter inn í 2. hálvleik var 20-12. Danski verjuparturin lukkaði av, og Mikkel Hansen kom av álvara í gongd eftir eina vánaliga byrjan frá hansara síðu. Lauge gekk aftur á odda í dag; spælskiparin skoraði seks ferðir, og fekk sett spælið væl upp. 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði tríggjar ferðir og fekk aftur góða spælitíð í kvøld. 24-ára gamli vongurin brendi sítt fyrsta skot, men var partur av einum donskum liðið, ið koppaði øllum á høvdið, og vann seinastu 39 minuttirnar 23-9.

Danmark spælir bólkafinalu ímóti Norra hóskvøldið. Norra vann fyrr í dag 41-20 á Kili, har bert 18-ára gamli Alexander Blonz gjørdist toppskjútti við átta málum. Hann er liðfelagi hjá Kjartani Johansen, Helga Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarson Djurhuus í Viking Stavanger. 

Danmark - Eysturríki 28-17 (11-8)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder