2018-06-22 15:45

Hóast oysregn, so eru eini 40-50 íslendingar møttir upp á trappuni í Vágsbotni, har Ísland-Nigeria dysturin verður vístur á stórskíggja.
Dysturin byrjar klokkan 16, og longu ein hálvan tíma áðrenn hoyrdist eyðkenda “HUH” rópið á trappuni. Jú, lagið er gott og einki regn skal forða íslendingum í at hava tað stuttligt.
Og enn betri, dysturin verður vístur við íslendskum frásøgumonnum.
Mynd: Sverri Egholm
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald