
Hóast Føroyar hava spælt seg til EM-endaspælið er nógv uppá spæl í morgin:
- Fáa Føroyar stig, so er 1. plássið tryggjað og lið fer í styrkisbólk nummar tvey av teimum fýra í lutakastinum
- Tapa Føroyar fyri Ukraina aftur, samstundis sum stórfavorittarnir úr Niðurlondum vinna á Kosovo í Rotterdam, endar Føroyar á 2. plássi í bólkinum og i 4. og niðasta styrkisbólkinum til EM-lutakastið.
Bólkur 6 í undankappingini til EM 2026:
6. og seinasta umfar - sunnudagin 11. mai
Føroyar - Ukraina
Niðurlond - Kosovo
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00)
1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Peter Bredsdorff-Larsen fyrireikaði í kvøld sínar menn uppá at møta einum 7 móti 6 álopi, sum Ukraina fekk at eydnast so væl í dystinum móti Føroyum í november. Hetta er einasti dystur, sum Føroyar hava tapt í undankappingini higartil.
Eisini var føroyska álopsspælið fínpussað. Allir mans, sum í gjárkvøldið lendu í Vágum, vandu við og tyktist vera komin fyri seg eftir dystin og ferðina.
Nógv fólk hugdu á - miðlar og onnur áhugaði. Nøkur fólk frá landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum stungu høvdið inn; millum hesi Føroya løgmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald