2019-03-06 09:48
H71 hevur sett íslendska venjaran Einar Jónsson sum venjara hjá besta mannsliðinum komandi kappingarár.
Einar Jónsson hevur drúgvar royndir úr íslendskum hondbólti, og hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðinum, umframt at hann hevur verið venjari hjá kvinnuliðnum hjá Molde í Norra.
Íslendska Morgunblaðið skrivar, at Einar eisini hevur verið venjari hjá mansliðunum hjá íslendsku feløgunum Fram, Stjørnuni og Gróttu, umframt kvinnuliðinum hjá Fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald