Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020/21.
Íslendingurin skal venja Okkara menn, har hann tekur yvir fyri Trónd Kragesteen, 1.deild hjá monnum og dreingir 18. Harumframt skal Arnar venja børn og ung í Neistanum.
Neistin skrivar soleiðis um nýggja venjaran:
Arnar er 42 ár og íslendingur. Hann er útbúgvin m.a. á Akureyri Technical College, hevur B.Sc. prógv á Icelandic University of Education-Department of Physical Education og EHF master-coach í februar 2020.
Arnar hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í 21 ár og hevur hann arbeitt nógv við ungum leikarum.
Arnar hevur verið venjari hjá dreingjum 15-20 ár í Akureyri, høvuðsvenjari í 1. Div. hjá Selfoss og hjá Fjølnir, og venjari í Norra (hjá Sotra). Eisini hevur hann verið venjari í 2. Bundesliga HSG Krefeld í Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald