Til tvey tey seinastu endaspølini hevur íslendska A-landsliðið hjá monnum luttikið. Í EM 2016 kom liðið heilt til fjórðingsfinaluna, eftir millum annað sigur á Onglandi og javnleik móti Portugal, men har vóru fronsku vertirnir ov sterkir.
Í kvøld verður greitt, um íslendingar koma til triðja endaspælið á rað. Teir fýra Playoff-dystirnir eru á skránni:
17.00: Georgia - Norðurmakedónia
19.45: Norðurírland - Slovakia
Serbia - Skotland
Ungarn - Ísland
Fyrsti dysturin er serstakur, tí søga verður skrivað, líkamikið hvat av liðunum vinnur: Georgia og Norðurmakedónia hava bæði sítt fyrsta endaspæl til góðar.
Í Norðurlandi kann tað væntast, at dysturin verður tættur. Skotar skulu royna at koppa serbisku favorittunum og spæla seg til sítt fyrsta endaspæl síðani HM í 1998.
Íselndingar eru undirtippaðir, men tað hava teir verið fyrri, og roynda liðið skal koppa Ungarn. Í íslendskum miðlum verður millum annað borið fram, at nógvir leikarar hava staðið í líknandi støðum fyrr, og at Ungarn eftir EM í 2016, tá liðini spældu javnleik í bólkaspælinum, ikki hevur staðið seg so væl í undankappingum og millum annað spælt málleysan javnleik í Føroyum.
Arnór Ingvi Traustason kom ikki við til Ungarn, og tað er gott fyri íslendingar, tí tað er í dag vorðið greitt, at miðvallarin er smittaður við koronu. Hann spælir til dagliga í Malmö FF, har smittan hevur rakt, og danski venjarin Jon Dahl Thomasson var ikki á bonkinum sunnudagin, tá liðið tryggjaði sær meistaraheitið, tí hann var í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald