Tann fyrsti bólkurin í EM-endaspælinum 2020 (2021) varð avgjørdur í gjár.
Í Rom skuldu greiða fáast á, hvør skuldi vinna bólkin. Heimaliðið og stórfavoritturin vann 1-0. Málið kom stutt fyri hálvleik. Tað var eftir frísparksinnlegg úr høgru, ið Matteo Pessina beindi í málið. Atalanta-miðvallarin var ein av teimum átta nýggju leikarunum í byrjanaruppstillingini hjá Roberto Mancini, í mun til dystin móti Sveis. Italia spældi við einum leikara í yvirtali í 35 minuttir, tí Ethan Ampadu fekk beinleiðis reytt kort fyri takkling á miðjum vølli tíðliga í 2. hálvleiki.
Matteo Pessina í ovfarakæti eftir málið, ið gjørdist tað einasta í dystinum
Her fær málskjúttin boð frá Roberto Mancini, ið er í einari sera góðari gongd við sínum liði
Reyða kortið tyktist at vera hart dømt...
....og Bale troystar Amapdu (Myndir: EPA)
Wales fekk ikki svarað aftur, og bæði liðini tyktust í roynd og veru nøgd við støðuna - ímóti endanum varð Gareth Bale útskiftur, og Italia skifti málverja. Walisar fara víðari í bólkinum sum nummar tvey - við betri málúrtøku í Sveis - og skulu harvið spæla áttandapartsfinalu í Amsterdam leygardagin. Tað verður móti nummar tvey í bólki B, ið Belgia, Russland, Finnland og Danmark eru í. Italia, ið heldur fast í sigursrøðini og røðini av dystum uttan at lata mál inn, spælir eisini 26. juni. Tað verður í London móti Ukraina ella Eysturríki - liðnum sum endar nummar tvey í bólki C.
Sveis liggur í løtuni til at gerast ein av teimum fýra bestu trý'arunum, og tað kann longu verða avgjørt í kvøld, at liðið sleppur at spæla eina áttandapartsfinalu. Tað sleppur Turkaland í øllum førum ikki. Nakað av vónum vóru til Turkaland, men tað hevur liðið als ikki liva upp til. Sveis var á odda 2-0 eftir 25 minuttir í gjár. Turkaland minkaði um munin í 62. minutti, men bert seks minuttir seinni skoraði Shaqiri fyri aðru ferð. Harvið var úrttøkan hjá turkum í trimum dystum: Einki stig og ein málúrtøka á 1-8.
Soyuncu jagstrar Shaqiri, men Liverpool-leikarin fær skot á...
...og so kundu teir hjá Sveis fegnast, meðan turkar vóru fyri enn einum vónbroti (Myndir: EPA)
Í kvøld verða tvey'ararnir í bólki B og C funnir, og tað gerst greiðari, hvussu verður við trý'arunum í hesum bólkunum.
Í gjár - 20.06
Bólkur A, 3. umfar
Italia - Wales 1-0 (1-0)
39' Matteo Pessina 1-0
Sveis - Turkaland 3-1 (2-0)
6' Haris Seferovic 1-0
26' Xherdan Shaqiri 2-0
62' Írfan Kavechi 2-1
68' Xherdan Shaqiri 3-1
Endaliga støða:
Italia 9 stig
Wales 4 stig (+1)
Sveis 4 stig (-1)
Turkland 1 stig
Skráin í dag - 21.06
Bólkur C
17.00: Norðurmakedónia - Niðurlond (Amsterdam)
Ukraina - Eysturríki (Bukarest)
Bólkur D
20.00: Danmark - Russland (Keypmannahavn)
Finnland - Belgia (Sankta Pætursborg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald