Annað

Ítróttafagnaðurin verður í Varpinum

Næstu trý árini verða tey bestu innan ítrótt fagnaði í góðu umstøðunum í Varpinum í Klaksvík.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-07 15:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ítróttafagnaðurin tey næstu trý árini verður í Varpinum í Klaksvík.

Í dag skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, undir sáttmála um hetta.

Tað er ÍSF, sum á hvørjum ári skipar fyri Ítróttafagnaðinum, har føroysku ítróttatalentini, tey sjálvbodnu, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, verða heiðrað.

Í sínum arbeiði leggir ÍSF dent á, at ítróttafagnaðurin ferðast kring landið. Fyrsti faganaðurin verð hildin í Smæruni í Tórshavn í 2018, og síðan hevur hann eisini verið hildin eitt nú í Fuglafirði og í Runavík.

[object Object]Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi í ÍSF, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, Karl Johansen, borgarstjóri, og John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

- Varpið hóskar seg sera væl til hýsa einum slíkum tiltaki, og tí eru vit eisini sera fegin um samstarvið við ÍSF, og gleða okkum at bjóða okkara fremstu ítróttafólkum í Varpið komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Ítróttafagnaðurin verður 7. februar 2026.

Les eisini: Ítróttafagnaðurin 2024: Hesi vórðu heiðraði við Løkin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder