Annað

Ítróttarfeløg og sambond kunnu nú aftur søkja um covid-19 stuðul

Tað er fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli til 31. mai. ÍSF skrivar, at umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í hjálparpakka tvey, og at 3,5 milliónir eru settar av til endamálið. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur.

(Savnsmynd: Haldur Suni Johansen)

(Savnsmynd: Haldur Suni Johansen)

2021-06-09 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronustøðan og tilmælini hava í tíðarskeiðum seinastu fimtan mánaðirnar lagt ítróttin lamnan ella gjørt, at eingir áskoðarar ikki kunnu vera til dystir ella kappingar. 

Hetta hevur sjálvandi havt vist sær mistar inntøkur, og í stóran mun hevur støðan gjørt umstøðurnar hjá feløgunum og sambondunum truplari.

Ítróttarfeløg og sambond hava áður havt møguleika at senda umsókn til Ítróttarsamband Føroya um stuðul fyri mistar inntøkur, og tað ber nú aftur til.

Í skrivi frá ÍSF verður kunnað um, at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið, og umsókn kann sendast fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli til 31. mai.

 - Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2). Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónur

Ítróttafeløg og sambond undir ÍSF fingu í gjár umsóknarskjal og hava fram til 27. juni at søkja.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið fýra milliónir krónur í inntøkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder