Í dag var hátíðardagur við fótbóltsvøllin í Fløtugerði í Fuglafirði.
Byggingin av nýggja ítróttarhúsinum til Ítróttarfelag Fuglafjarðar er komið so væl áleiðis, at haldast kann reisigildi.
Tað er nú gingin rúm tíð síðan gamla, ótíðarhóskandi húsið hjá ÍF varð tikið niður.
Nú er stoypt og reist fyri nýggja ítróttahúsinum, sum verður bygt á sama staði í vestara horni á vøllinum upp at berginum niðan á Innandalsveg.
Eftir tíðarætlanini skal fyrsta stig í byggingini, sum umfatar stoyping, innilokan og innrættan av niðastu hæddini, vera liðugt 1. apríl komandi ár. Í niðastu hæddini vera fýra umklæðingarrúm.
Húsið er í trimum hæddum. Fyritøkan Heildarverk stendur fyri arbeiðinum fyri Fuglafjarðar kommunu. Kostnaðurin av verkætlanini er mettur at vera góðar 22 milliónir tá alt er liðugt. Fyrsta byggistig er mett til 16 milliónir krónur krónur, men tá er innrættingin av teimum báðum ovaru hæddunum ikki við.
(tekstur rættaður 31. august kl. 16.39)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald