Hondbóltur

Ítróttarstjórin: - Ítróttarligt og fíggjarligt gott lutakast hjá kvinnum

(2 min) - Eru sterkari enn Luksemborg og kunnu vinna á Íslandi á einum góðum degi. Fyribils landslidsvenjarin Mark Lausen-Marcher er jaligur viðvíkjandi lutkastinum til EM-undankappingina og framtíðini hjá kvinnuhondbóltinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-22 08:45 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

- Nógvar taka ella eru í ferð við at taka eitt fet upp á hondbóltsleiðini, feløgini menna spælarar væl, fleiri landsliðsspælarar eru í góðum aldri, umframt at fleiri velja hondbóltin til og gevast ikki sum ungar

Ítróttarstjórin í Hondbóltssambandi Føroya og fyribils landsliðsvenjarin setur nøkur orð á menningina í føroyskum kvinnuhondbólti. Hann sær, at har eru viðurskifti, ið skulu betrast, men at tað er nógv jaligt.

Í mun til lutakastið til EM-undankappingina í gjár, er tað eisini jaligt. Føroyar komu i bólk við Svøríki, Ísland og Luksemborg. Hetta eru ikki langir ferðateinar, og fíggjarligt er tað gott, men eisini ítróttarliga:

Luksemborg er a pappirinum nakað veikari enn Føroyar, so har eiga stiga at koma í hús.

Ísland og Føroyar spældu rímiliga javnar venjingardystir í fjør, og á einum góðum degi kunnu Føroyar basa Íslandi, sigur Mark Lausen-Marcher.

Svøríki er upplivingin - fyri spælarar og áskoðarar. Tær eru so sterkar, at stig als ikki er sannlíkt.

Samanlagt kann tað geva EM-pláss. 24 lond sleppa til EM í desember 2024 - nummar eitt og tvey í hvørjum bólki umframt bestu trý’ararir. Føroyar byrja undankappingina í oktober við dysti í Svøriki og síðani heima móti Íslandi.

---

Hetta brotið er partur av longri hondbóltspráti vit høvdu við Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen, U21-landsliðsvenjarar í gjár.

Havnarmaðurin Julian Johansen hevur áður spælt og verið venjari hjá fleiri liðnum í bestu deildini. Hann er nú hondbóltsviðmerkjari.

Danin Mark Lausen-Marcher hevur verið leingi í Føroyum. Fyrst sum ungdómsvenjari og spælari í H71. Seinastu árini hevur hann verið ítróttarstjóri í HSF og er í løtuni virkandi kvinnulandsliðsvenjari.

Sí eisini: Neistin skal finna nøkur onnur ting fram sunnudagin

Fleiri brot og øll sendingin koma seinni í dag og næstu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder