Fótbóltur

Ítróttartiltøk kunnu byrja aftur 9. mai

Løgmaður hevur fyri lítlari løtu síðani sett dagfestingina á - tó verður heitt á, at byrjað verður aftur uttan áskoðarar.

Stórsteypadysturin hjá monnum varð leiktur 4. mars - hetta skuldi verið startskotið uppá landskappingina, sum helst byrjar tveir mánaðir eftir tíð (Mynd: Sverri Egholm)

Stórsteypadysturin hjá monnum varð leiktur 4. mars - hetta skuldi verið startskotið uppá landskappingina, sum helst byrjar tveir mánaðir eftir tíð (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-08 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur spenningur hevur millum annað verið um, at fótbólturin av álvara fór at byrjað aftur, og at avgerðin í hondbóltinum skuldi finnast.

Les eisini: Tríggar framtíðarímyndir fyri føroyska hondbóltsárið

Hetta verður møguligt um ein mánað. Bárður á Steig Nielsen hevur staðfest, at tað fer at bera til at kappast aftur frá leygardegnum 9. mai. 

Løgmaður mælti til, at tað verður uttan áskoðarar fyrstu tíðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder