Hondbóltur

Tríggjar framtíðarímyndir fyri føroyska hondbóltsárið

Hondbóltssambandið vónar enn at gjøgnumføra kappingarárið hjá kvinnum og monnum. Treytin er tó, at hallirnar lata áðrenn 14. mai.

H71 og Neistin dystaðust í fimm finalum í fjør. Kappingarnar í barnadeildunum og næstbestu deildunum verða ikki avgreiddar, boðar HSF frá (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 og Neistin dystaðust í fimm finalum í fjør. Kappingarnar í barnadeildunum og næstbestu deildunum verða ikki avgreiddar, boðar HSF frá (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-07 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsnevndin og kappingarnevndin hjá HSF hava seinastu tíðina viðgjørt truplu støðuna í mun til landskappingina. Feløgini eru eisini tikin upp á ráð.

Vònin og ætlanin er framvegis at gjøgnumføra kappingarárið 2019/2020. Tað er tó tengt at, at feløgini fáa atgongd til hallurnar aftur, kunnu venja reguliga, og at heilsumyndugleikarnir hava boðað frá, at tað er ráðiligt at kontaktítróttur verður íðkaður. Hetta skrivar hsf.f0

Slíkt verða vit helst klókari uppá eftir tíðindafundinum hjá landsins myndugleikum í morgin um koronastøðuna.

Honsbóltssambandið boðar frá, at at arbeitt hevur verið við trimum ymiskum leistum og tíðarrammum, alt eftir nær feløgini sleppa inn í hallirnar aftur:

  1. Hallirnar lata upp aftur 14. apríl 2020
  2. Hallirnar lata upp aftur 1. – 4. mai 2020
  3. Hallirnar lata upp aftur seinni enn 4. mai 2020


Tað er ikki heilt greitt enn, hvat hvørt punkt inniheldur, men um latið veðrur upp eftir páskir, verða seinastu dystirnir í grundspælinum sum skilst leiktir, og síðani verða hálvfinalur og finalur leiktar. Tó verða helst ikki eins nógvar finalur (upprunaliga skuldu fimm leikast). Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, sigur við Kringvarpið, at feløgini hava sett fram greitt ynski um, at hava tvær vikur at venja í, áðrenn byrjað verður at spæla dystir aftur.

Um tað ikki ber til at koma inn í hallurnar fyrrenn tíðliga í mai, koma vit helst at síggja eitt "Final 4 líknandi-tiltak", har hálvfinalur og finalur verða avgreiddar yvir nakrar fáar dagar síðst í mai. Um hallirnar ikki verða latnar upp áðrenn 14. mai, er honbóltsárið av. 

Kappingarnar í barnadeildunum og næstbestu deild verða ikki avgreiddar, ger HSF greitt. Vinnararnir verða funnir við sama leistinum, sum er nýttur í Noregi, har roknað verða flest stig vunnin fyri hvønn dyst. Endaspølini í niðaru bólkunum í fremstu deildunum verða heldur ikki leikt.

Í Danmark er í dag avgjørt, at hondbóltsárið 2019/2020 er av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder