Eins og í restini av samfelagnum, fylti korona-støðan eisini á aðalfundinum hjá ÍSF, sum var leygardagin:
- Korona rakti alt samfelagið, og brádliga stóð sólarklárt fyri okkum, hvussu stóran týdning ítróttur í roynd og veru hevur fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – ikki minst hjá børnum og ungum. Vit eru øll í sama báti í løtuni, tá talan er um avleiðingarnar av korona, men hetta virðismikla samfelagsvirðið eigur ikki at vera kroyst so nógv fíggjarliga, at talan verður um eitt beinleiðis hóttafall. Sum samfelag hava vit milt sagt ikki ráð at niðurlaga ítróttin, tí tað skerjir ein stóran part av okkara fólksliga grundvøll.
Hetta staðfesti Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, í sínari røðu.
Stuðulin til sambondini minkar helst 2021
Ítrótturin hevur merkt fíggjarliga sviðan av korona-kreppuni, og tí kom korona-stuðulin frá landsstýrinum sera væl við. Men langt áðrenn korona-kreppuna sást ein annar fíggjarligur veruleiki í føroyska ítróttaheiminum, skrivar ÍSF í sínari frágreiðing.
Nógv fólk vóru á aðalfundi hjá ÍSF (Mynd: Ítrottarsamband Føroya)
ÍSF-forsetin gjørdi á aðalfundinum hjá ÍSF greitt, at sum støðan er í løtuni, so minkar stuðulin til sambondini 11 prosent, um játtanin til ítróttin ikki økist 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske Spil er vunnin í Føroyum seinasta árið, og tí minkar inntøkan frá Sp/f Ítróttavedding.
Elin Heðinsdóttir Joensen vísti á, at tað er ein sannroyndur veruleiki, at tað kostar at senda okkara ítróttafólk út í heim at kappast sum føroyingar undir føroyskum flaggi ímóti teimum bestu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald