Fótbóltur

Ivamál er um fleri leikarar

Sonno Ragnar Nattestad fór út leygarkvøldið orsakað av trupulleikum við hælsinuni, Brandur Hendriksson fekk ein stoyt í knæðið undir venjing í gjár, og sambært in.fo hevur Jóan Símun Edmundsson eisini trupulleikar at dragast við.

2021-09-07 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint sum miðlar og myndamenn, ið vóru til staðar undir landsliðsvenjingini í gjár, vóru í ferð við at fara av áskoðaraplássinum og aftur í arbeiðsrúmið, stegðaði venjingin brádiga. Í einum spæl-øvilsi fekk Brandur Hendriksson Olsen ein stoyt í knæðið og varð liggjandi. Liðfelagar, landsliðsvenjari og læknafrøðiliga toymi vóru skjótir á staðið, Brandur fekk forbindinding um knæðið, og fór gangandi, nakað haltandi, út ímóti síðulinjuni.

Tað er ikki eydnast okkum at fáa nakað meira at vita um støðuna hjá skálvíkinginum, men tá ein leikari fær ein snudd í venjing dagin fyri dyst og noyðist út, tá er hann eitt ivamál.

[object Object]

[object Object]
Stúran sást á monnum, tá okkara helst besti leikari í løtuni, lá á graslíkinum á Tórsvølli

Heimasíðan in.fo skrivar eisini í dag, at tað er ivasamt, um Brandur Hendriksson spælir, og at Tróndur Jensen helst verður avloysarin, um Helsingborgs-leikarin ikki verður til reiðar. Hetta er ein smeitur fyri føroyska liðið, tí at missa dugnaliga diregentin í spælinum á miðvøllinum kann skaða møguleikarnar fyri sigri í kvøld munandi, men í so fall, at knæðið darvar ov nógv, fellur valið helst á miðvallaran, sum í leikhátti og tekniskum førleikum minnir mest um Brand.

Í somu grein verður ivi sáddur um, hvørt Jóan Símun Edmundsson er nóg birgur til at byrja inni ella ikki, tí hann hevur trupulleikar at dragast við, og at ein annar NSÍ-leikari helst verður avloysarin, um neyðugt verður við einum slíkum: Klæmint Andrasson Olsen

[object Object]Sonni Ragnar...

[object Object]
...og Heini til venjing í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Sonni Ragnar Nattestad hevur verið darvaður av hælsinuni seinastu tíðina, og miðverjin úr Miðvági noyddist út eftir 70 minuttir í dystinum móti Danmark. Talan er ikki um skaða, men tað verður ein trupulleiki, tá tað er so tætt ímillum dystirnar, siga teir úr venjaratoyminum. Hann vandi við í gjár, men um Sonni Ragnar ikki verður við frá byrjan, so verður tað allarhelst Heini Vatnsdal, ið mannar miðverjuna saman við Odmari Færø.

Sí eisini: 
Vilja stýra spælinum móti Moldova - skulu arbeiða eins hart sum móti Danmark
Eli Hentze: Trúgva uppá at tað ber til at fáa úrslit hvørjaferð vit fara á vøllin
Føroyar í favorittleiklutinum

Um hesir tríggir, sum hava verið fastir í byrjanaruppstillingini seinastu mongu árini, tá teir hava verið heilt tøkir, ikki byrja inni, so kann tað hava eina neiliga ávirkan á føroyska liðið til týðandi dystin. Hetta kann ávirka í øllum ketunum - tó kunnu avloysararnir eisini koma við slíkum avrikum, at tað ikki fer at merkjast so væl.

Teir frá venjaratoyminum søgdu annars í gjár, at allir mans vóru tøkir - uttan leikbannaði René Shaki Joensen - tó at eitt spurnartekin framvegis var við Sonna Rangar. Um tveir tímar, ella so, verður greitt, hvørjir ellivu byrja inni í dystinum móti Moldova, har Føroyar skulu fáa stig burturúr.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45.

[object Object]
Håkan Ericson, her smílandi til tíðindafundin í gjár, hevur síðani fingið meira høvuðbrýggj síðani (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder