Fótbóltur

Føroyar í favorittleiklutinum

Lagt er upp til ein tættan dyst á Tórsvølli í kvøld - hetta er tann á pappírinum besti møguleikin at fáa ein sigur í hesari HM-undankappingini.

2021-09-07 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært veddingarfyritøkunum er heimaliðið ein lítil favorittur til dystin á Tórsvølli í kvøld. Hjá teimum stóru bretsku og norðurlendsku veddingarfyritøkunum liggur ein heimasigur millum 2,10 og 2,25. Hetta er ikki stórur favorittur, tá hugsað verður um at man er á heimavølli, men tað er sjálvdan, at okkara A-landslið við monnum er favorittur í einum undankappingardysti. 

Javnleikur gevur peningin beint omanfyri tríggjar ferðir aftur. Sigur til Moldova, ið eins og Føroyar hava eitt stig í undankappingini, gevur millum 3,60 og 3,90.

Besti møguleikin - Moldova eisini í menning
Á tíðindafundinum í gjár segði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, at sjálvandi fór talan at vera um eina øðrvísi dystarmynd í mun til dystin móti Danmark, og at føroyingar gjarna vildu fáa leikligu yvirvágina. Tó segði landsliðsvenjarin, at Moldova er í menning eins og Føroyar, og tað kom Sølvi Vatnhamar eisini inn á í samrøðuni við okkum undan venjing. Leirvíkingurin segði, at hetta var tann dysturin, ið teir visti, at teir høvdu best møguleika at vinna. Hjálparvenjarin Eli Hentze vísti á, at liðið altíð fór inn á vøllin við trúnni uppá, at tað avgjørt væl ber til at fáa stig, og tað avgjørt verður farið eftir trimum stigum í kvøld.

Sí eisini: 
Eli Hentze: Trúgva uppá at tað ber til at fáa úrslit hvorjaferd-vit-fara-a-vollin
Sølvi: Skulu spæla við sama-stridsvilja-sum-moti-danmark
Vilja stýra spælinum móto Moldova - skulu arbeiða eins hart sum móti Danmark

Moldova tapti bert 1-0 í Skotlandi leygarkvøldið. Landið er nummar 175 á FIFA-styrkislistanum - 54 pláss aftanfyri Føroyar og 19 aftanfyri Andorra. Tað er tó ikki altíð heilt eftirfarandi, og ein tættur dystur er í væntu. Tað er tó eingin ivi: Tað er nú, at møguleikin fyri at fáa trý stig í 2021 er bestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder