- Javnleikur móti Danmark hevði verið eitt úrslit, sum hevði staðið eftir leingi í føroyskum fótbólti, so tað var eitt skuffilsi, ið man stóð eftir við.
Soleiðis segði Sølvi Vatnhamar, undan venjing í dag, um 1-0 ósigurin móti Danmark. Upplivilsi og stemningurin leygarkvøldið var nakað heilt serligt, sigur leirvíkingurin:
- Tað var heilt fantastiskt og stuttligt at vera partur av. Skansin gekk á odda, var framúr og fekk øll við. Eg trúði ikki, at man kundi fáa ein slíknan stemning á einum stadion - ikki nakað øðrvísi í mun til at spæla til dømis í Portugal. Tað ber okkum heilt sikkurt fram - við einum slíkum "boosti" er sensatiónin ikki lagt vekk.
Nú er fokus á Moldova, har fleiri ting skulu finnast fram fyri at tað skal eydnast hjá føroyska liðnum.
- Undan undankappingini sóu vit hetta sum okkara besta møguleika at fáa stig, men Moldova er eisini í einari menning. So tað krevur, at vit vísa sama innsats og stríðsvilja sum móti Danmark, og finna líknandi álopskent spæl fram, sum vit vístu í venjingardystunum í juni (móti Íslandi og Liktinstein). Vit hava havt eina heldur harða viku, og nógv skal spæla saman, men vit eiga tað í okkum, sigur 35-ára gamli Sølvi Vatnhamar, ið følir seg til reiðar til ein triðja dyst - um tað verður til 90 minuttir, fáa vit at síggja í morgin.
Fyrsta bríks verður klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald