KÍ kunngjørdi fyrr í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla albanan Alessio Hyseni.
Les eisini: KÍ hevur fingið sín miðvallara
Tað tykist tó í løtuni ikki sum, um KÍ fer inn til komandi kappingarár við eins sterkum álopsparti; uttan so at Ole Erik Midtskogen og/ella Abubakar Ibrahim, ið koma úr HamKam veruliga gera mun frá byrjan. Simen Sandmæl er burtur, tað er Magnus Stamnestrø eisini, og ivamál er nú um, nær Jóannes Bjartalið verður tøkur, og um Patrik Johannesen spælir fyri KÍ í 2020.
Norðlýsið skrivar í dag, at Jóannes Bjartalíð skal undir skurð skjótt. Orsøkin er, at skaðin ið hann fekk í í skøvningin í fyrsta landskappingardystinum í fjør ongantíð er lektur. Jóannes valdi at spæla alt kappingarárið út hóast eitt brot, og hetta gjørdi stóran mun fyri KÍ: 18 mál og sjey upplegg í Betrideildini ið KÍ vann, umframt trý mál og trý upplegg í Europa League - alt við bindi um armin og hondina. 10'arin hjá KÍ varð kosin til Ársins leikara við kappingarenda og fekk sítt gjøgnumbrot á landsliðinum.
Jóannes Bjartalíð í Europa League-dystinum við bindinum ið gjørdist eyðkent (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir landsdystirnar í Noreg og Svøríki fekk Jóannes Bjartalíð gips, men tá tað varð tikið av nú í nýggja árinum gjørdist greitt, at brotið fremvegis er har. Harvið skal 23-ára gamli profilurin undir skurð í næstum. Brotið líkjist nógv tí, sum høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen eisini fekk og spældi við í fjør. Ársins verjuleikari fór undir skurð í november og segði við Portalin í desember, at hann í uppstartinum ikki fær vant heilt saman við hinum, og at sambært læknunum kann hann spæla aftur einaferð í mars.
Norðlýsið vísur á, at um hetta tekur líka langa tíð hjá Bjartalíð, so spælir hann ikki aftur fyrrenn seint í apríl, og missir hann harvið næstan allan fyrsta triðingin av Betrideildini. Tó er hetta óvist áðrenn skurðviðgerðina.
Jóannes Bjartalíð var nummar tvey á toppskjúttalistanum í Betrideildini í 2019. Patrik Johannesen var nummar fýra við 13 málum. Tvøramaðurin kom til KÍ seinasta vetur úr norska Florø, og tað er ein møguleiki fyri, at hann nú skjótt fer av landinum.
in.fo skrivar, at áleyparin í løtuni royndarvenur við FC Fredericia, ið liggur nummar tvey í næstbestu donsku deildini. Felagið leitar eftir einum áleypara, og 24-ára gamli landsliðsleikarin skal í morgin spæla við í venjingardysti móti Randers.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald