Tað bleiv til 18 dystir og seks mál í HB fyri Jakob Johansson.
Felagið boðar í kvøld frá, at samstarið millum partarnar er endað, og tað "í sátt og semju", sum tey orða seg hjá HB.
Fyrrverandi danski ungdómslandsliðsspælarin kom til felagið undan hesum kappingarárinum. 25 ára gamli áleyparin hevur drúgvar royndir úr donsku 1. deild og hevur eisini spælt nakrar dystir í Superliguni.
(Mynd: Sverri Egholm)
HB misti týdningarmikil stig í FM-stríðnum tá B68 óvæntað vann 1-0 leygardagin. Teir reyðu og svørtu hava 39 stig á øðrum plássi meðan Víkingur hevur 42 stig. Júst Víkingur er mótstøðulið hósdagin tá liðini bresta saman í 16. umfari.
Betri deildin 16. umfar
Skála ÍF - B68 (mik 3. juli 18:30)
Víkingur - HB (hós 4. juli 18:30)
KÍ - B36 (hós 4. juli 18:30)
NSÍ - 07 Vestur (frí 5. juli 19:00)
ÍF - EB/Streymur (ley 6. juli 14:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald