Fótbóltur

Jákup á Borg toftamaður næstu trý árini

B68 hevur gjørt sáttmála við Jákup á Borg í trý ár. Hann megnaði at halda toftamonnum uppi í Betri deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-10-25 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B68 hevur gjørt sáttmála við Jákup á Borg fyri næstu trý árini sum høvuðsvenjari av besta mansliðnum. Hesum boðar felagið frá í kvøld.

Tað var eftir, at Øssur Hansen í mai mánað segði seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B68, at Jákup á Borg tók yvir. Tá høvdu toftamenn bara fimm stig og lógu aftast í deildini.

Greiða uppgávan hjá B36-legenduni var, at B68 skuldi yvirliva.

Og Jákup á Borg hevur greitt setningin, tí B68 megnaði at yvirliva við 30 stigum, og endaði enntá a sætta plássið í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder