Eftir ein dag - og umleið eina viku - við nakað av neiligari umrøðu hevur KÍ í kvøld kunngjørt sínum fjepparum góð boð.
Jákup Biskopstø Andreasen hevur so at siga ikki spælt í 2024 vegna skaða í fótinum, og KÍ hevur týðiliga saknað hann á ymsan hátt. Eftir evropeiska ævintýrið í fjør var ein ávísur áhugi fyri KÍ-liðformanninum uttanfyri landoddarnar.
Tá valdi Jákup at halda fram. Sáttmálin stoð at ganga út nú, og sum skilst hava møguleikar framhaldandi verið hjá 26-ára gamla landsliðsmiðvallaranum at fara aðrastaðni at spælandi.
Jákup Biskopstø Andreasen hevur ikki dylt, at tað hevur verið á borðinum, at hann fór at royna okkurt annað - hetta var serliga seinasta vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í viðtalu við Norðlýsið í síðstu viku, legði Jákup Biskopstø Andreasen sjálvur mest upp til, at hann fór at halda fram í KÍ - hóast realitetssamráðingar ikki vóru tá.
Fyri løtu síðani varð tó endaliga greitt, at KÍ og Jákup B. Andreasen hava longt samstarvið við tveimum árum.
- Tað hevur verið stórur saknur í Jákupi í ár, og vit í KÍ gleða okkum til, at hann aftur í 2025 verður at síggja á vøllinum saman við liðfeløgum sínum, skrivar KÍ á heimasíðu sínari.
Jákup Biskopstø Andreasen hevur lyft FM-steypið fýra ferðir síðani 2019, vunnið Løgmanssteypið einaferð, leitt KÍ í evropeiskt bólkaspæl sum liðformaður og hevur umboðað besta liðið hjá barndómsfelagnum yvir 250 ferðir í almennum dystum. Vinstrabeint miðvallarin hevur spælt 24 A-landsdystir.
Seinastu tíðina hevur KÍ longt sáttmálan hjá Pálli Klettskarð og Jákupi Andreasen - nú vantar Jóannes Kalsø Danielsen av teimum royndaru og av teimum, sum hevur verið í felagnum leingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Væntandi verður Jákup reiðar at venja fult undir Magnus Powell og við liðfeløgunum í januar. Uppvenjingin eftir skurðviðgerina hevur gingist væl, sigur hann fyri Norðlýsinum.
KÍ skrivar soleiðis um støðuna:
- 2024 hevur verið eitt torført ár fyri okkara liðformann Jákup B. Andreasen. Síðan 30.apríl í ár hevur hann hugsavnað seg um at koma seg eftir álvarliga skaðan í landskappingardystinum við Margáir. Hann venur dúliga og miðar eftir at verða klárur aftur, tá ið felagsvenjingin byrjar aftur januar.
Seinastu tíðina er tað váttað, at fleiri spælarar fara úr KÍ, men at málverjin Mark F. Jensen, umframt Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð halda fram. Síðstnevndi longdi við einum ári - hinir báðir og Jákup Biskopstø Andreasen hava nú sáttmála til og við 2026.
Hesir síðstnevndu álopskendu spælarararnir eru frá stammuni seinastu árini. Nú er liðformaðurin eisini komin uppá pláss, og so "vantar bara" Jóannes Kalsø Danielsen úr hesum bólkinum, sum ikki hevur sáttmála. Framtíðin hjá landsliðsbakkinum kemur helst uppá pláss skjótt; hvørt hon verður í KÍ ella í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald