Fótbóltur

Jákup Mørk nýggjur formaður í B36

Tveir nýggir nevndarlimir og nýggjur formaður vóru á skránni á aðalfundi hjá B36 í kvøld.

Jákup Mørk í miðjuni er nýggjur formaður í B36 (Mynd: B36)

Jákup Mørk í miðjuni er nýggjur formaður í B36 (Mynd: B36)

2019-01-23 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 hevur í kvøld fingið nýggjan formann. Tað verður Jákup Mørk, sum fer at standa á odda fyri felagnum framyvir, og hann tekur yvir eftir Rúna Herup Olsen, sum hevur verið formaður í B36 seinastu trý árini.

Tað skrivar B36 á heimasíðuni í kvøld.

Fyri vali stóðu Jákup Lamhauge, Símun Grønadal, Jóannes Guttesen og Rúni Herup Olsen. Jákup og Símun tóku við afturvali, og afturat teimum vórðu Jákup Mørk og Steinbjørn Hardlei valdir í nevndina.

Hini í nevndini eru Anja Weyhe, Símun Grønadal, Steinbjørn Hardlei, Jákup Lamhauge og Heini Hellisdal Poulsen, sum er umboðið hjá ungdómsnevndini.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Sámal Ímundarson heldur fram sum næstformaður, og Rolf Herup Olsen heldur somuleiðis fram sum kassameistari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder