2022-10-24 20:24
ÍF boðar í kvøld, at Jákup N. Olsen hevur valt, aftur at umboða barndómsfelagið ÍF næstu tvey kappingarárini.
- Við hesi avdúkingini, kunnu vit av sonnum siga, at ÍF komandi ár, eru fantastiska væl stillaðir á málmanspostinum, við tveimum klassa málmonnum, siga uppflytararnir í Fuglafirði.
Um Jákup kann í stuttum sigast, at hann sambært Faroesoccer, hevur hóast unga aldur sín, leikt 66 dystir í fremstu føroysku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald