Fótbóltur

Jákup og FH slóu Kaj Leo út

Føroyski áleyparin hjá FH skoraði, tá tríggir føroyingar vunnu á einum í íslendsku steypakappingini í gjár. René Shaki og Grindavík eru eisini víðari.

Jákup Thomsen skoraði fyri FH í sigri í Reykjavík í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Thomsen skoraði fyri FH í sigri í Reykjavík í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-02 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Norra gjørdu føroyingar um seg, tá fyrsta umfar í steypakappingini har var í gjár. Í Í Íslandi var triðja umfar leikt í gjár, og har var føroyingaruppgerð í Reykjavík.

Kaj Leo í Bartalsstovu og Valur tóku ímóti Gunnari Nielsen, Brandi Hendrikssyni Olsen og Jákupi Thomsen, sum allir vóru á liðnum hjá FH. Tað var júst Jákup, ið legði útiliðið á odda eftir hálvan tíma, og FH vann 2-1 og er millum seinastu 16 liðini í kappingini. 

René Shaki Joensen og Grindavík spældu seg týskvøldið víðari, tá liðið við føroyska miðvallaranum vann 4-1 heimasigur á Afturlending. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder