– Kenslan er góð, havandi í huga, at hetta er millum størstu – um ikki tann størsti – dysturin og dómarauppgávan á árinum, og eg ætli mær at gera alt fyri at tað skal eydnast væl, sigur Jákup Øssurson Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Seinastu stóru trý árini hevur 36-ára gamli dómarin dømt dystir í fremstu deildini.

Pápi Jákup, Øssur Mohr, dømdi steypafinaluna hjá monnum í 1984, sum var millum HB og GÍ. Finalan hetta árið bleiv spæld undir Mýruhjalla á Skála og endaði 2-0 til HB.