Fótbóltur

James bað Bayern um ikki at keypa hann

Óvist hvar komumbiska landsliðsstjørnan nú skal spæla.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-05 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

27 ára gamli kolumbiski áleyparin, James Rodriguez, verður ikki ein partur av týska meistarafelagnum, Bayern München, tá núverandi leiguavtalan gongur út 30. juni.

James hevur seinastu tvey árini verið leigaður út frá spanska felagnum Real Madrid. Meðan hann hevur verið í Týsklandi hevur hann vunnið týska meistaraheitið tvær ferðir og steypakappingina einaferð.

Bayern hevði forkeypsrættin til leikaran, tá leiguavtalan gekk út, men kolumbiski leikarin hevur biðið leiðsluna um ikki at gera brúk av hesum forkeypsrætti.

Tá leikarin ikki sjálvur er áhugaður at spæla fyri okkum, og vit ikki hava nakað fast pláss á liðnum at bjóða honum, so lata vit vera. Tað skal ikki vera talan um menniskjahandil, skal nevndarformaðurin í felagnum Karl-Heinz Rummenigge hava sagt.

James Rodriges gjørdist gitin, tá hann gjørdist toppskorari í HM kappingini í 2014. Hann spældi tá við franska felagnum Monaco, men varð seldur til Real Madrid í Spania fyri 71 milliónir pund tað summarið. Sáttmálin við kongaliga spanska felagiðgongur út í 2021.

James Rodriguez hevur vunnið spanska meistaraheitið einaferð við Real Madrid og Champions League tvær ferðir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder