Fótbóltur

Jan Dam nýggur høvuðsungdómsvenjari í Hoyvík

Gamla landsliðskempan skal standa á odda fyri ungdómsarbieðnum hjá FC Hoyvík saman við Frankie Jensen.

(Mynd: FC Hoyvík)

(Mynd: FC Hoyvík)

2019-02-08 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur nógvar royndir sum leikari og sum venjari, og nú fer hann at royna seg í Hoyvík. FC Hoyvík kunngjørdi seint fyrrapartin, at 50-ára gamli Jan Christian Dam, verður annar høvuðsungdómsvenjarin í felagnum. Hin er Frankie Jensen, ið eisini var høvuðsungdómsvenjari í fjør, og sum hevur verið í felagnum leingi. Í fjør hevði 07 Vestur eisini tveir høvuðsungdómsvenjarar, Jens Erik Rasmussen og Svenn Ò. Olsen. 

FC Hoyvík skrivar soleiðis á heimsíðu sínari um setanina av Jan Dam: 

- Tað er okkum ein stórur heiður at boða frá, at ein av størstu kempum í føroyskum fótbólti skal menna allan ungdómin hjá FC Hoyvík, nú Jan Dam verður annar høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum.

Umframt at Jan skal skipa venjingar til allar ungdómsleikarar, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá D15.

Jan er sera kendur í fótbóltsumhvørvinum og er millum annað fyrrverandi A-landsliðsleikari. Umframt at vera leikari, hevur Jan hollar royndir sum venjari, har hann millum annað hevur verið venjari hjá bestaliðnum hjá HB. Í løtuni er Jan tilknýttur fótbóltsskúlan og er eisini ein partur av venjaratoyminum hjá U19 landsliðnum.

Vit ynskja Jan vælkomnan til FC Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder