Hóast eitt samanlagt føroyskt tap í Kosovo, ið sendi føroyska kvinnulandsliðið úr HM-undankappingini, so var smílið á hjá Janu Mittún, tá hon í gjár vitjaði í Viborg
- Tað fyrsta ið ein gerst varugur við, tá man møtir tí ungu smílandi kvinnuni úr Føroyum er, at hon tosar næsta perfekt danskt. Hetta kemur helst av, at eg havi gingið á eftirskúla í Danmark, greiðir hon frá.
Mynd: vhk.dk
Hetta skrivar Viborg HK á heimasíðu sínari, har nógv verður gjørt burturúr, at komandi spælskiparin hjá besta kvinnuliðnum var á vitjan í gjár, mánadagin. Hetta var í samband við, at Jana Mittún var ávegis aftur til Føroya úr Kososvo, har 18-ára gamla hoyvíkskvinnan samanlagt skoraði ellivu mál í tveimum HM-undankappingardystum.
Eitt umráðandi pit-stop var gjørt í Danmark, mitt í Jútlandi, har Jana frá næsta summarið skal hava heimavøll. Har fekk hon høvið til at læra fólkini og umstøðurnar í Viborg betur at kenna:
- Tað hevði høga raðfesting hjá mær at koma framvið her í Viborg á veg heim úr Kosovo, og eg eri ógvuliga glað fyri, at eg valdi tað. Eg havi nýtt dagin til at hyggja meg rundanum í felagnum og at hitta fólkini rundanum. Eg havi havt eitt gott prát við fysiska venjaran, Stine Aaagaard Vangkilde, sum vísti mær venjingarumstøðurnar, og eisini við fysioterapeutin Morten Vanggaard. Eisini havi eg havt møguleika til at heilsa uppá leikararnar, roynt leikaraklæði og eisini hugt eftir íbúðum
Hetta sigur Jana Mittún við vhk.dk. Tað var fyri beint yvir einum mánaði síðani, at tað gjørdist greitt, at føroyska stórtalentið skuldi til Viborg at spæla hondbólt:
- Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari. Eg fari fyrst og fremst til Danmarkar næsta summar fyri at spæla hondbólt fulla tíð. Um eg so annað ella triðja árið eisini fari at hugsa um onkra útbúgving, kemur tíðina at vísa, tí fyrst og fremst er tað hondbólturin, ið skal roynast
Les eisini:
Jana Mittún í bestu donsku hondbóltsdeildina
Færøsk stortalent på kontrakt i Viborg HK
Tað segði Jana Mittún tá við heimasíðuna hjá barndómsfelagnum H71. Seinastu árini hevur hon veruliga gjørt vart við seg á kvinnuliðnum í Hoyvík, sum síðsta kappingarár vann sítt fyrsta FM-heiti. Jana gjørdist ársins leikari í Føroyum, og hóast sín unga aldur hevur hon eisini vunnið eina steypakapping við besta liðnum , verið fast á A-landsliðnum síðstu tvey árini og spælt H71 víðari fleiri ferðir í Evropa.
Ferð, megi, gjøgnumbrotsstyrki og gott hondbóltsskil eru nakrir av eginleikunum í spælunum hjá Janu Mittún, ið hava fingið eitt lið í bestu donsku deildini at fingið eyguni upp fyri unga spæskiparanum úr Hoyvík (Myndir: Sverri Egholm)
Jana Mittún leggur eisini dent á, at tað sosiala er til staðar, tí tað hevur hon brúk fyri, og á vhk.dk kemur hon inn á, tað kundi verið hugnaligt at búð, har aðrir leikarar á liðnum búgva, og at tað er annars umráðandi, at bústaðurin er sentralt og nær við høllina. Tað at hava sæð umstøðurnarnar nú, ger tað annars nógv lættari at fyrihalda seg til møguleikarnar í Viborg, sigur føroyski landsliðsspælarin.
Partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála, sum er galdandi frá juli 2023. Fram til tað skal Jana Mittún stríðast fyri H71 - í landskappingini, steypakappingini og í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald