Hon er størsti álopsprofilurin hjá Føroyum, sum um bent undir seks vikur skulu spæla sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum í Basel.
Tí kann tað hava stóran týdning, at Jana Mittún er so vælspælandi, sum hon er í løtuni fyri Viborg. 20-ára gamli bakspælarin úr Hoyvík fekk ikki heilt nógv burtur úr í mun til málskjóting í dag, men skoraði so tvey mál uppá fýra skot.
Jana er tó millum tær allarfremstu í fremstu donsku deildini, tá tað snýr seg um upplegg. Nógvar góðar fríspælingar vóru í venjingardystinum hjá Føroyum í Slovakia í síðsta mánða, og tær síggjast eisini í "Kvindeligaen".
![]()
Jana Mittún skifti til Viborg á sumri 2023. Leikluturin var ikki so stórur síðsta kappingarár, men tykist hann at vera størri nú (Mynd: Viborg HK)
Í 27-25 sigrinum á Aarhus í dag legði Jana Mittún upp til yvir ein fjórðing av málinum hjá Viborg: Næstseinastu hond á áðrenn sjey mál, umframt eitt vunnið brotskast.
Viborg er við sigrinum á 4. plássi við 10 stigum av 12 møguligum.
Undan umfarinum kunngjørdi "Tophåndbold", at Jana Mittún var á topp-fimm listanum yvir tær við flest uppleggum í deildini (20) Nú er talið nakað hægri, og millum annað hevur hoyvíkskvinnan lagt seg undir liðuna á heimsins besta kvinnuliga hondbóltsspælara, Henny Reistad, við 27 uppleggum í seks dystum.
Sí eisini: Jana Mittún vil flyta seg og føroyskan hondbólt longur
Blandað umfar hjá hinum landsliðsspælarunum - fleiri spældu javnt
Ovast á omanfyrinevnda lista er Emma Navne, spælskipari hjá København Håndbold við 35 uppleggum. Hon finnur millum annað javnan Pernille Brandenborg.
Sterki strikuspælarin er ein lykil hjá Føroyum í bæði verju og álopi, og landsliðsliðskiparin var ógvuliga effektiv í dag: Hon skoraði fýra mál - uppá fýra skot - tá København vann 26-31 á botnliði í Bjerringbro. København havur átta stig.
![]()
Pernille Brandenborg var púra trygg á strikuni í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað kundi verið ein føroyingauppgerð í Skanderborg seinnapartin, men Súna Krossteig Hansen er framvegis ikki komin heilt fyri seg eftir fótskaðan, sum hon fekk undir landsliðsvenjing síðst í september. Maria Pálsdottir Nólsoy skoraði eitt mál fyri Horsens í spennandi dystinum, sum endaði 28-28. Skanderborg og Horsens hava ávikavist 4 og 3 stig.
Ringkøbing er niðast við ongum stigi. Rakul Wardum og Ringkøbing taptu við tíggju málum í Ikast í dag. Landsliðsmálverjin var bert inni heilt stutt og bjargaði eitt av trimum skotum í opnum spæli. Rakul tók ikki nakað av teimum trimum brotskøstunum, sum hon var inni til.
![]()
Fyri ein uppflytara er tað avgjørt umráðandi, at málverjin stendur væl. Annika Fríðheim Petersen hevði nakrar týðandi bjargingar í javnleiki í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hin landsliðsmálverjin hevði 7 bjargingar uppá 24 skot í gjárkvøldið. Harvið beint undir 30 prosent og ein góðkendur dystur hjá Anniku Fríðheim Petersen. Uppflytararnir EA Alborg spældu javnt móti Silkeborg-Voel - annar javnleikurin í ár - og hevur nú fýra stig. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skifti eisini til Aalborg í summar. Lív hevði tvey skot og skoraði eitt mál.
Stigatalvan í fremstu donsku sæst her - á Tophåndbold síggjast eisini úrslit og ymisk hagtøl
Sjey føroyingar spæla í fremstu donsku deildini. Allar eru í landsliðshópinum, sum savnast í Føroyum mánadagin. Í seks dagar eru umráðandi EM-fyrireikingar á skránni - Claus Mogensen og Simon Olsen skulu skjótt taka hópin út.
Sí eisini: Kvinnurnar hava umráðandi EM-fyrireikingar næstu tíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald