Hondbóltur

Súna er ikki við í Slovakia

Ein av mest umráðandi álopsvápnunum hjá Føroyum beklaði til venjing í vikuni. Hon fær nærri boð um skaðan mánadagin.

Súna Krossteig Hansen fær ikki spælt fyrireikingardystrnar hjá Føroyum í Slovakia vegna skaða í fótliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen fær ikki spælt fyrireikingardystrnar hjá Føroyum í Slovakia vegna skaða í fótliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-27 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag eru júst tveir mánaðir, til føroyska kvinnulandsliðið setur kós móti Basel í Sveis, har søguligur EM-dystir skulu spælast.

Ein av lyklaspælarunum hjá Føroyum - serliga í álopspartinum - er Súna Krossteig Hansen. 24-ára gamli bakspælarin hjá Skanderborg úr bestu donsku hondbóltsdeildini hevur sereginleikar í gjøgnumbrotsspælinum við millum annað fintum og megi. Havnarkvinnan hevur kvikar føtur, og tað var júst í einari roynd at seta beinleiðis mótspælaran av, at Súna fekk skaða til venjing mikudagin.

- Eg skuldi finta, og so fór fóturin bara, sigur Súna við Portalin.

Venjingin var filmað, so tí ber til at síggja, hvussu fóturin sá út. Ávaring: Tey, ið hava beklað fyrr, kunnu fáa eitt sindur ilt:

[object Object]
Tað sást týðiliga, at vinstri fóturin hjá Súnu Krossteig Hansen ikki háttar sær, sum hann burdi (Mynd: Privatmynd)

Tíbetur kann tað ganga lutfalsliga stutt tíð, áðrenn man fær spælt hondbólt aftur eftir eina bekling. EM burdi ikki verið í vanda, men vinstra fótlið hjá Súnu Hansen skal venjast væl uppaftur. Hon kann missa virðismikla dystartíð við Skanderborg, og eitt meira viðbrekið fótlið kann spøkja aftur.

Súna sigur, at hon mánadagin verður klókari uppá støðuna. Tá verður hon aftur hjá fysioterapeutinum í felagnum, og so skal arbeiðast við einari ætlan fyri endurvenjing.

[object Object]
Súna Krossteig Hansen noyðist at sita uttanfyri eina løtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er ein smeitur fyri føroyska spælið, at Súna ikki verður við í týðandi fyrireikingardystunum í Slovakia. Tann fyrri verður spældur í kvøld, fríggjadagin 27. september, klokkan 17. Tann seinni í morgin, leygardagin 28. september, klokkan 14 føroyska tíð.

Føroyska ferðalagið kom til Bratislava seint í gjárkvøldið eftir langa ferð. Súna Krossteig Hansen staðfestir eisini fyri Portalinum, at sjálv venjingarvikan hevur verið ógvuliga góð og jalig - ein umráðandi partur í fyrireikingunum til risastóru uppgávurnar í Sveis.

Sí eisini: EM-niðurteljingin er byrjað

Føroyski hópurin, ið hevur verið saman hesa vikuna:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. – 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. – 25. sep)

Venjingardystir/fyrireikingardystir til EM
Í dag, fríggjadagin 27.09
17.00: Slovakia - Føroyar

Í morgin, leygardagin 28.09
14.00: Slovakia - Føroyar

Hondbóltssambandið arbeiðir við stroymingarmøguleikum - nærri kunning seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder