Hondbóltur

EM-niðurteljingin er byrjað

Føroysku kvinnurnar hava góðan møguleika at fyireika seg hesa vikuna. Venjingar eru í Føroyum - hósdagin gongur leiðin til Slovakia, har tveir venjingardystir eru á skránni.

Turið Arge Samuelsen, Jana Mittún og hinar eru nú savnaðir og gera seg á ymsan hátt til reiðar til EM-endaspælið í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen, Jana Mittún og hinar eru nú savnaðir og gera seg á ymsan hátt til reiðar til EM-endaspælið í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-24 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra venjingar í Føroyum og síðani fráferð til Slovakia, har venjingardystir skulu spælast fríggjakvøldið og leygarkvøldið. 

Umframt hetta hevur føroyska kvinnulandsliðið verið á vitjan í Skúlanum við Streymin í dag - har venjing eisini var - og hava tær annað virksemi á skránni í vikuni.

[object Object]

[object Object]
Fyrst venjing...

[object Object]

[object Object]

[object Object]Og síðani varð heilsað uppá skúlabørnini, sum millum annað fingið autografar (Myndir: Hondbóltssamband Føroya)

Talan er um eitt altjóða landsliðsvindeygað og eina týðandi viku fyri Claus Mogensen, Simon Olsen og liðið. Føroyar fáa fyrireikað seg til ymiskt í mun tilEM-endaspælið, sum verður í Sveis síðst í november og fyrst í desember.

Talan verður um størstu uppgávuna nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Sum fyrireiking til at møta Sveis, Kroatia og Danmark skulu Føroyar fríggjakvøldið og leygarkvøldið, 27/9 og 28/9, spæla móti Slovakia í Bratislava. 

[object Object]Elsa Egholm er ein av teimum, sum spælir í føroysku kappingini. Her í seinasta EM-undankappingardystinum í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Simon Olsen og Claus Mogsensen royna at fyrireika føroyska liðið til risauppgávurnar, sum eru fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Slovakia skal eisini við til EM-endaspælinum, og var eins og Føroyar í niðasta styrkisbólkinum til lutakastið. Harvið burdi verið talan um góða og hóskandi fyrireiking hjá Føroyum.

Hópurin kom saman sunnukvøldið - tær seinastu av teimum mongu, sum spæla í Danmark, komu til Føroya mánadagin. Eftir hesa vikuna fær hópurin møguleikan at savnast aftur nakar dagar seint í oktober men annars ikki fyrrenn umleið tíggju dagar áðrenn EM-endaspælið.

Føroyski hópurin, ið er saman hesa vikuna:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. – 25. sep)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Lukka Arge, H71
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. – 25. sep)

Venjingar eru á skránni í dag og í morgin eisini - hósdagin er ferðadagur, og fríggjadagin og leygardagin eru dystir á skránni í Bratislava. Teir byrja klokkan 18 lokala tíð.

Rættað: 22.59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder