Fótbóltur

Jana og Viborg vóru ov stuttar í hálvfinaluni

Tað leikaði javnt á, og at enda var NFH omaná. Harvið skal Viborg spæla um bronsuna í steypakappingini í morgin.

Jana Mittún spældi í løtum av hálvfinaluni, og gjørdi 20-ára gamla hoyvíkskvinnan til tíðir mun fyri Viborg, sum eina løtu var á sigurskós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún spældi í løtum av hálvfinaluni, og gjørdi 20-ára gamla hoyvíkskvinnan til tíðir mun fyri Viborg, sum eina løtu var á sigurskós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-29 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Final4 í Santander Cup hjá kvinnum er á skránni í Esbjerg í dag og í morgin.

Tað vóru NFH og Viborg, sum løgdu fyri tíðliga seinnapartin í fyrru hálvfinaluni. Nykøbing var í favorittleiklutinum, men roknað varð við at Viborg í minsta lagi fór at órógvað.

Tað eydnaðist eisini teimum í grønum at geva NFH harða kapping um finaluplássið. Viborg byrjaði annars ógvuliga illa og var aftanfyri 7-2, tá umleið eitt korter varð spælt. Viborg hevði tá gjørt eitt hav av tekniskum villum og vantaði rúmtu í spælinum.

Jana Mittún kom tá inn í álopið á fyrsta sinni og var við at geva meira flog. Unga hoyvíkskvinnan legði millum annað upp til tvey mál fyri steðgin, og Viborg kom skjótt betri við í dystin.

Tað var 12-11 til Nykøbing í steðginum. Tær í gulum og bláum høvdu hug at fara avstað tíðliga í 2. hálvleiki, men so stegðaði álopsspælið fullkomiliga upp. Viborg fekk av álvara tamarhald á dystinum, og í 46. minutti fekk liðið leiðsluna á fyrsta sinni. Tað var Jana, sum breyt ígjøgnum á bakkinum og skoraði gott mál til 20-19.

20-ára gamli føroyski landsliðsspælarin brendi annars tvey skot - tað eina var eftir líknandi gott gjøgnumbrot, sum málverjin stórbjargaði.

Hóast NFH ikki skoraði í yvir átta minuttir, endaðu favorittarnir betri og stongdu hurðina við tveimum málum seinasta minuttin. Tá brendi Viborg-vongur eftir góða fríspæling frá Janu Mittún.

Jana og Viborg noyðast skulu ístaðin spæla um 3. plássið í donsku steypakappingini í morgin klokkan 12.30. Team Esbjerg og Odense Håndbold fara nú at spæla um hitt finaluplássið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder