Hondbóltur

Flúgvandi Jana var toppskjútti á Hálsi

Viborg-bakkurin gekk á odda í føroyska álopsspartinum, men fleiri bjóðaðu inn í søguliga góða úrslitinum móti Svøríki. Føroyska liðið brendi heldur illa í mun til at fáa stig - her eru nøkur hagtøl.

Jana Mittún spældi sín kanska besta A-landsdyst higartil. Hoyvíkskvinnan var sterk í verju og álopi og skeyt átta mál (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún spældi sín kanska besta A-landsdyst higartil. Hoyvíkskvinnan var sterk í verju og álopi og skeyt átta mál (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-03 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avrikið móti Svøríki var ógvuliga flott - um ikki tað besta hjá einum føroyskum kvinnulandsliði nakrantíð.

Svøríki er millum tey heilt sterku í hondbóltsheiminum. Liðið er endað í topp-fimm seinastu trý endaspølini og skal helst til OL í summar. 

Føroyar vilja til EM í desember, og møguleikin fyri at uppnáa eitt slíkt søguligt pláss hækkaði við lutfalsliga tepra tapinum.

Sí eisini: Føroysku kvinnurnar vísa vegin - spældu ein branddyst

Í Uppsala í oktober taptu Føroyar við 17 málum, har byrjanin annars var góð. Í 2017 og 2018 vóru tapini móti Svøríki á ávíkavist 18 og 19 mál. Hóast Svøríki í kvøld einki hevði at spæla fyri og manglaði onkrar spælarar, so er føroyska framgongdin til at fáa eyga á.

Ein sat við tí kensluni, at høvdu Føroyar havt uppaftur meira skerpni, so høvdu stig komið burturúr dystinum. Sum hagtølini vísa, høvdu Føroyar eins nógv skot sum Svøríki, men stengur, málverjar og annað vóru fleiri ferðir fyri.

[object Object]Tað var ikki altíð lætt hjá Súnu Krossteig Hansen og hinum móti stóru sviunum, ið eisini sluppu at takkla hart - og í nøkrum førum ólógligt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Elsa Egholm helt fram við sínum gjøgnumbrotum og skeyt hon fimm mál (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini:
Jana Mittún: - Stórur munur á hesum dystinum og tí í Svøríki
Elsa Egholm: Tungur - men stuttligur dystur


Tað eydnaðist tó sum heild hjá Janu Mittún. 20-ára gamli Viborg-spælarin varð toppskjútti í dystinum við átta málum. Súna Krossteig Hansen, eisini úr bestu donsku deildini, tók eisini heilt nógvar duellir, og góvu tær svium nógv høvuðbrýggj. Tær kunnu seta ferð á og kunnu nógv sjálvar eisini.

Elsa Egholm brendi nøkur skot á rað í 1. hálvleiki, men unga hoyvíkskvinnan helt á at fara ígjøgnum á høgra bakki. Elsa skoraði fimm mál og hevði eitt heilstoypt avrik á Hálsi. Vengurnir Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe skoraðu hvør síni trý mál - blaðunga Anna Elisabeth við trimum brotskøstum, sum hon kom inn at skjóta.

Føroyskir málskjúttar (27-31):
Jana Mittún 8 mál
Elsa Egholm 5 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Turið Arge Samuelsen 1 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 1 mál
Rannvá Olsen 1 mál
Pernille Brandenborg 1 mál

Skoteffektvitetur: 27/44 = 61 prosent

Í málinum hevði Annika Fríðheim Petersen nakrar umráðandi bjargingar, og Rakul Wardum kom eisini inn og hevði eina.

Føroyskar bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 9
Rakul Wardum 1

Føroyar vóru ongantíð aftanfyri við meira enn fimm málum móti liðnum, sum annars altíð hevur vunnið stórt á okkum. Til tíðir bjóðaðu Føroyar veruliga av og vóru á minus 1 nakrar ferðir eftir steðgin.

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 4-5
15 min: 5-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 11-14
35 min: 15-16
40 min: 17-19
45 min: 19-22
50 min: 21-23
55 min: 24-29
60 min: 27-23

Frágreiðingar og annað í blogginum her

Tað sæst annars ikki heilt á hagtølunum, men verjuparturin var til tíðir frálíkur, og serliga Brynja Høj og Pernille Brandenborg í miðverjuni gjørdu lívið hart hjá Svøríki. Serliga Brynja skein við styrki og snildni. Neista-spælarin stjól millum annað fýra bóltar frá svium.

Sí eisini: Brynja Høj: - Snýr seg bara um at standa rætt

Støðan undan síðsta umfari: 
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini við. Í løtuni eru Føroyar triðbest av teimum átta. 

Sunnudagin 07.04 - 6. umfar
17.00: Føroyar - Ísland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder