Jann Benjaminsen kom til B36 seinasta vetur eftir tvey ár við nógvari spælitíð í norska Hødd. Nú er greitt, at hann heldur fram í føroyska høvuðsstaðarfelagnum.
- 26 ára gamli toftamaðurin hevur roynst sera væl, síðan hann skifti til B36 í februar í ár. Avrikini hava verið góð og støðug, og í B36 fegnast vit um, at drúgvi bakkspælarin er fúsur at taka eitt tørn afturat í hvítu troyggjuni.
Soleiðis skrivaði B36 á Faceobook-síðu sínari í gjárkvøldið, í samband við at tað er greitt, at Jann Benjaminsen hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2024 eisini.
Samanlagt hevur Jann spælt 32 dystir fyri B36 í ár. Hann hevur røkt plássini sum høgri og vinstri bakkur væl og er skrásettur fyri samanlagt fýra mál og átta upplegg - bert fimm spælarar hava lagt upp til fleiri mál í Betrideildini.
Jann í gula búnanum í Conference League-dysti í Estlandi (Mynd: Ingi Arge)
Ta eina málið var í Confernce League: Jann Benjaminsen sendi B36 víðari til 3. umfar við tryggum brotssparki í yvirtíðini í Wales.
Jann og liðfelagirnir skulu vinna annan av teimum báðum seinastu dystunum í Betrideildini fyri at tryggja sær pláss í Evropa aftur næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald