NSÍ boðar frá, at felagið í vikuni hevur longt um sáttmálan við tveir leikarar við sama navni - báðir millum teir føstu leikararnir á liðinum.
22-ára gamli Jann Benjaminsen spældi 25 dystir í Betrideildini farna kappingarár, og samanlagt hevur hann leikt 78 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Harafturat hevur toftamaðurin, ið kom til NSÍ sum ungdómsleikari, spælt 8 ferðir í Europa League, og hann var við, tá NSÍ vann steypafinaluna í 2017. Heimasíðan hjá NSÍ lýsir kantspælaran sum ein sera góðan og evnaríkan leikara, sum felagið vónar at síggja nógv til í framtíðini.
30-ára gamli Jann Martin Mortensen hevur spælt 247 dystir í fremstu føroysku deildini -235 teirra við NSÍ. Hann var partur av FM-liðinum í 2007. Eftir at hava verið fastur leikari í fleiri ár, spældi miðvallarin lítið og einki við besta liðnum hjá NSÍ 2016-2018. Men í 2019 hevði hann eitt gott kappingarár, og í NSÍ fegnast tey um at stuðulsleikarin nú hevur gjørt ein nýggjan sáttmála.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald