Fótbóltur

Javnleikur á Old Trafford í kvøld

Manchester United hevur bert tveir sigrar av sjey møguligum, og liggur á tíggjunda plássið í Premier League.

Aubameyang javnaði til 1-1 fyri Arsenal í kvøld

Aubameyang javnaði til 1-1 fyri Arsenal í kvøld

2019-09-30 22:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tað var stórdystur á Old Trafford í kvøld, har Manchester United og Arsenal hittust.

Tað vóru fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har liðini tóktust sera varin. Tó megnaði United at leggja seg á odda beint fyri hálvleiki við flottum langskotið frá Scott McTominay.

Í seinna hálveiki kom meiri lív í, og tá komu eisini fleiri møguleikar. Arsenal javnaði trettan minuttir inn í seinna hálvleik, við málið frá Pierre-Emerick Aubameyang, eftir mistak í United verjuni. Fyrst var málið kolldømt fyri rangstøðu, men VAR rættaði mistakið hjá linjuverjanum, og so var dømt mál.

Eftir hetta var meiri lív í dystinum, og liðini royndi at fara eftir sigrinum, men tað lukkaðist hvørgan av liðinum at skorað.

Eftir dystin í kvøld liggur United á tíggjunda plássið við níggju stigum, meðan Arsenal liggur nummar fýra við tólv stigum

Premeir League 7. Umfar

Sheffield United – Liverpool  0-1

Aston Villa – Burnley 2-2

Bournmouth – West Ham 2-2

Chelsea – Brighton2-0

Crystal Palace – Norwich 2-0

Tottenham – Southampton 2-1

Wolwes – Watford 2-0

Everton – Manchester City 1-3

Leicester – Newcastle 5-0

Manchester United – Arsenal 1-1

Støðan í Premier League eftir 7 dystir

  1. Liverpool 21 stig
  2. Man City 16 stig
  3. Leicester 14 stig
  4. Arsenal 12 stig
  5. West Ham 12 stig
  6. Tottenham 11 stig
  7. Chelsea 11 stig
  8. Bournmouth 11 stig
  9. Crystal Palace 11 stig
  10. Man Utd 9 stig
  11. Burnley 9 stig
  12. Sheffield Utd 8 stig
  13. Wolves 7 stig
  14. Southampton 7 stig
  15. Everton 7 stig
  16. Brighton 6 stig
  17. Norwich 6 stig
  18. Aston Villa 5 stig
  19. Newcastle 5 stig
  20. Watford 5 stig
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder