Undirhald manglaði ikki í Sarpugerði í kvøld, har fyrra hálvfinalan millum Víking og HB í kappingini um Løgmanssteypið, varð leikt.
Sølvi Vatnhamar legði heimaliðið á odda í 17. minutti, men longu seks minuttir seinni javnaði Hørður Askham fyri HB.
Síðsta løtan av fyrra hálvleiki gjørdist ógvuliga dramatisk. HB verjuleikarin Bartal Wardum sá seg noyddan at fella Andreas Lava Olsen í brotsteiginum og varð revsaður við reyðum korti. Brotsspark til Víking, sum Sølvi Vatnhamar í fyrsta umfari brendi, men hann var klárur á returinum.
Tá sá svart út hjá HB’arunum, men tíðliga í seinna hálvleiki fekk Noah Mneney sítt seinna gula kort og so var aftur 10 móti 10.
Og tá so Áki D. Samuelsen skoraði fyri HB í 84. minutti var alt javnt aftur, 2-2.
Hetta gjørdist eisini úrslitið, og alt er opið til seinnu hálvfinaluna um ein mánað.
Víkingur - HB 2-2 (2-1)
17’ Sølvi Vatnhamar 1-0
23’ Hørður Askham 1-1
45’ Sølvi Vatnhamar 2-1
84’ Áki D. Samuelsen 2-2
Fleiri myndir seinni í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald