Fótbóltur

Javnleikur í fyrru uppgerðini

Real Madrid hevur ein lítlan fyrimun eftir fyrru hálvfinaluna í Copa Del Rey.

Varane hjá Real her í nærdysti við málskjúttan hjá Barca, Malcolm
(Mynd: EPA)

Varane hjá Real her í nærdysti við málskjúttan hjá Barca, Malcolm (Mynd: EPA)

2019-02-06 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Barcelona og Real Madrid brustu í kvøld saman í fyrru hálvfinaluni í Copa Del Rey. Real var á vitjan hjá Barca, og liðið úr høvuðsstaðnum byrjaði sera væl á Camp Nou. Tá bert fimm minuttir vóru leiktir, legði Lucas Vásquez útiliðið á odda, eftir at Benzema fann hann í málteiginum.

Heimaliðið var uttan Lionel Messi í byrjunaruppstillingini og hevði trupulleikar við at hótta málið hjá Real Madrid av álvara í 1. hálvleiki. Útiliðið var ígjøgnum dystin tað meira vandamikla, men tað var ein tættur og ein fínur fótbóltsdystur.

Í 57. minutti javnaði brasilanski Malcolm, eftir at Real Madrid ikki fekk ruddað bóltin burtur. Tað kom einki mál afturat í dystinum, hóast Messi kom á vøllin, og bæði liðini høvdu møguleikar. Harvið er tað púra opið undan seinna dystinum, ið verður leiktur á Santiago Bernabeu um tríggar vikur. Real Madrid hevur tó útivallarmálið við sær, ið kann gerast avgerandi. 

Copa Del Rey - fyrra hálvfinala

Barcelona - Real Madrid 1-1 (0-1)
0-1 Lucas
1-1 Malcolm

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder