Tað er 1-1 í steðginum, nú liðini eru farin til hálvleiks í Vilnius í dystinum millum Litava og Føroyar í Nations League-dystinum.
Jákup Biskopstø Andreasen legði Føroyar á odda í 22. minutti tá hann setti høvdið á bóltin eftir eitt innlegg frá liðfelaganum í KÍ, Jóannes Bjartalíð.
Føroyar tóktust at hava tamarhald á dystinum, men soleiðis var ikki.
Beint fyri hálvleik høvdu litavar bóltin í føroyska málinum eftir livasamt føroyskt verjuspæl. Í fyrsta umfari varð málið ikki viðurkent, men eftir at støðan hevði verið ein túr framvið VAR-rúminum, varð malið dømt at standa.
1-1, nú liðini eru farin til hálvleiks.
Eini 100 føroyskir fjepparar eru við landsliðnum í Vilnius, og tað hoyrist aftur á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald