Á heysti í 2014 spælir TB seg aftur í Betrideildina við at vinna 1. deild sera sannførandi. Stutt eftir hetta verður Mikkjal Kjartansson Thomassen settur sum høvuðsvenjari hjá KÍ.
Fimm og eitt hálvt ár seinni er TB framvegis í deildini (greitt longsta samanhangandi tíðarskeið hjá aldursforsetanum í hesari øldini), og Mikkjal Thomassen er framvegis á brúnni í Klaksvík (greitt longst sitandi venjarin í nýggjari tíð í KÍ)
Mikkjal Thomassen og KÍ vitja í morgin í Trongisvági
Dystirnir millum liðini við Stóra seinastu fimm árini hava verið sera javnir. Ein triðingur av teimum níggju dystunum eru endaðir við javnleiki, og allir sigrarnir hava verið við einum málið.
Bert 14 mál eru komin í hesum níggju dystunum, og bert í tveimum førum hevur annað liðið skorað meira enn eitt mál. Fyrru ferð var fyri næstan júst trimum árum síðani, tá KÍ var 2-1. Tað var eisini seinast, at bæði liðini skoraði í sama dysti við Stóra, tá talan er um Betrideildina.
Dánjal Godtfred hevur seinastu árini spælt nógvar dystir móti KÍ - fyrst við felagsliðnum og síðani við TB, sum hann nú er liðformaður hjá. Her í dysti móti NSÍ leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
Tá var talan um eitt felagslið, TB/FCS/Royn, ið tað var í fimm av innahýsis uppgerðunum við Trongisvági seinastu fimm árini.
2015:
TB - KÍ 1-1
TB - KÍ 1-1
2016:
TB - KÍ 0-1
2017:
TB/FCS/Royn - KÍ 1-2
TB/FCS/Royn - KÍ 0-0
2018:
TB/FCS/Royn - KÍ 0-1
TB/FCS/Royn - KÍ 2-1 (Kappingin um Løgmanssteypið)
TB/FCS/Royn - KÍ 0-1
2019:
TB - KÍ 1-0
Kelda: FaroeSoccer
Dystir: 9
Sigrar til TB (TB/FCS/Royn): 2
Sigrar til KÍ: 4
Javnleikir: 3
Málmunur: 6-8
Fyrsta bríksl í Trongisvági í morgin verður klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald