Hann kom til Føroyar á vetri 2021 fyri at vera venjari á nýggja akademinum hjá KÍ, og var hann í fjør venjari hjá millum annað U17-dreingjunum, ið vunnu steypakappingina.
Á summri í fjør tók Jens Wedeborg við sum venjari hjá næstbesta mansliðum í Klaksvík, og sviin, ið va rí fulltíðarstarvi, hevði ábyrgd av liðnum fram til kappingarenda í ár.
Aftruat hesum hevði hann morgunvenjingar við yngri spælarum, og stóra uppgávan, ið varð litin Jens í hendi síðsta vetur, var at taka yvir hjá nógv vinnandi kvinnuliðnum.
KÍ enduvann greitt Betrideildina, og síðst í oktober kom greipan í hús við 2-1 finalusigri á HB. Hetta var samstundis síðsti dystur hjá roynda svenska venjaranum í Føroyum - á hesum sinni í øllum førum.
Jens Wedeborg eftir steypasigurin á Tórsvølli síðst í oktober
- KÍ takkar Jens fyri tíðina í felagnum, har hann hevur ment okkara tilgongd, bæði á ungdómsliðum, 1. deild monnum og ikki minst á kvinnusíðuni, skrivar felagið.
Soleiðis skrivaði KÍ á heimasíðu sínari, í samband við at Jens Wedeborg hevði takkað fyri seg í KÍ eftir tvey ár við einari rúgvu av tímum á Djúpumýru. Hann hevði gjørt av at vera nærri familjuni í Svøríki, og hevur nú fingið venjarastarv í Kalmar.
Talan er um IFK Kalmar, ið hevur lið í bestu svensku kvinnudeildini - síðsta kappingarár gjørdist talan um eitt 11. pláss av 14 møguligum.
- Det presenterades en bra idé och utmaning och jag hade en ambition att arbeta i Sverige efter några år utomlands, sigur 43-ára gamli venjarin, sum hevur UEFA Pro Licens, við sverigesradio.se.
Við Portalin sigur Jens Wedeborg, at talan er um ein hóp við yrkisspælarum, sum millum annað koma úr USA og Týsklandi, har vant verður tvær ferðir um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald