Fótbóltur

Jens Joensen hevur longt við ÍF

31-ára gamli miðverjin spælir við felagnum í Fuglafirði aftur komandi kappingarár.

Jens Joensen kom til ÍF seinasta vetur og hevur spælt 22 dystir í Betrideildini fyri felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Jens Joensen kom til ÍF seinasta vetur og hevur spælt 22 dystir í Betrideildini fyri felagið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-26 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF boðar í kvøld frá, at miðverjugeneralurin hevur longt sáttmálan við felagið.

Jens Joensen kom til felagið seinasta vetur, eftir at runavíkingurin hevði spælt eitt ár í 1. deild við KÍ. Frammanundan hevði Jens bert spælt við barndómsfelagnum, NSÍ

Í ár hevur miðverjin spælt 22 dystir í Betrideildini, og í Fuglafirði hava tey verið sera væl nøgd við mannin við fýra-talinum á rygginum, sum samanlagt hevur spælt 236 dystir í Betrideildini.

Jens Joensen og ÍF hava í dag skrivað undir ein sáttmála, sum er galdandi fyri 2021.
 
[object Object]
Jens Joensen saman við formanni felagsins, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

Leygardagin kunngjørdi ÍF, at klaksvíkingarnir Ólavur Niclassen og Steinbjørn Olsen verða nýggir í hópinum.
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder