Fótbóltur

Jensa Tórolvsdóttir til danskan fótbólt

Hon skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

Jensa Tórálvsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Jensa Tórálvsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-15 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur kunngerð í dag, at Jensa K. Tórolvsdóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

Jensa er spent uppá avbjóðingina, skrivar Víkingur.

- Umstøðunar har eru góðar, og eg haldi at tað er tað rætta staðið hjá mær at menna meg sum fótbóltspælara. Eg ætli mær at arbeiða hart, og málið er at klára at spæla meg inná besta liðið hjá teimum, sigur Jensa Tórolvsdóttir, sum eisini er á landsliðnum.

Jensa greiðir víðari frá, at hon er sera spent til nýggju avbjóðingina, men eingin ivi skal vera í, at hon kemur at sakna sínar liðfelagar og venjaratoymi í Víkingi.

- Tað er sjálvandi ein missur fyri okkara Betri lið, at ársins leikari 2022 skiftir, men vit ynskja Jensu til lukku við skiftinum, og gleða okkum at fylgja við hennara fótbóltsævintýri uttanlanda, sigur Víkingur.

Tey siga eisini, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendur nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder